JN

Flutt verður inn í Vesturskúlan í 2018

...

2015-05-12 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú er av álvara gongd komin á Vesturskúlan og fyrireikingarnar til hesa stóru verkætlan. Bygginevndin hevur lagt seinastu hond á fyrsta part av byggiskránni, sum eisini er samtykt í Mentamálanevndini fyrr í vikuni.

Hesin fyrsti partur av byggiskránni lýsir allar fortreytirnar, sum verða galdandi fyri tann nýggja trísporaða skúlan og tilhoyrandi frítíðarskúlan. Ein týdningarmikil avgerð er, at tað sambært samtyktu byggiskránni verður klárt hjá miðdeildini at flyta inn í nýggja skúlan á vári 2018.

Frítíðarskúli og forskúli er partur av byggiverkætlanini, eins og at stórur dentur er lagdur á, at útiøkini skulu vera góður karmur um spæl, rørslu og virka sum uttandura læringsrúm. Avgerð er tikin um, at tað skal bera til at gera mat til næmingar og lærarar í tí nýggja skúlanum. Góðar umstøður skulu vera til alla frálæru, eins og góðir karmar til list, náttúrufakini, eins og til næmingar við serligum tørvi.

Karmarnir til ítrótt verða eisini framúr við fleiri fimleikahallum, ið kunnu leggjast saman til eina høll á somu stødd sum ítróttahøll, og sum eftir skúlatíð er ætlað ítróttafeløgunum at brúka.

Nú verður beinan vegin farið víðari til annan part av byggiskránni, sum m.a. fevnir um námsfrøðilig viðurskifti.

Sambært tíðarætlanini verður spakin settur í august 2016, og verður 1. partur liðugur í desember 2017.

Í arbeiðinum at gera byggiskránna hava vit lagt dent á at varðveita og at menna teir útbúgvingarprofilar, sum bæði Venjingarskúlin og Kommunuskúlin hava sum síni eyðkenni. Í arbeiðinum, sum nú stendur fyri framman, verður tað spennandi at hoyra, hvat starvsfólk skúlans og frítíðarskúlans hugsa í sambandi við tey námsfrøðiligu viðurskiftini.

Sum limur í bygginevndini og sum forkvinna í Mentamálanevnd Býráðsins fegnist eg um, at semja er um at henda byggiverkætlan hevur allar hægstu raðfesting.

Tað er púra greitt, at samanleggingina av tveimum so stórum skúlum er avbjóðandi, ikki minst truplu hølisviðurskiftini, sum nú eru. Tí eiga vit at gera alt sum stendur í okkara makt at fáa hesa verkætlan at ganga so skjótt sum møgulig, og at slóða fyri so smidligari samanlegging sum møguligt.

Higartil hevur nýggi skúlin verður nevndur Vesturskúlin. Hetta arbeiðsheiti sigur kortini einans nakað um staðseting skúlans, og lýsir ikki innihald og visjón skúlans. Til tess at finna fram til besta navn til henda nýggja skúla, verður navnakapping skrivað út í næstum. Umframt at besta hugskotið verður heiðrað, er navnakappingin eisini ætlað øllum at kunna seg nærri um tann nýggja skúlan í vesturbýnum í Havn.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder