
Sambærtkunngerð nr. 3 frá 14. januar 2003 um forboð móti flutningi av livandi kleyvdýrum oyggjanna millum v.m.er tað ikki loyvt, at flyta livandi seyð ímillum oyggjarnar í Føroyum. Tó kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva undantaksloyvi, um flutningurin ikki førir við sær munandi vanda fyri sjúkuspjaðing.
Umsókn um undantaksloyvi
Um ætlanin er at flyta seyð úr einari oyggj í aðra, skal umsókn fyrst sendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.Viðgerðin av umsóknini tekur 3 arbeiðsdagar. Í umsóknini skulu fylgjandi upplýsingar gevast:
Navn, bústaður og telefonnummar hjá sendaranum.
Navn og matrikulnummar á djórahaldi ella hagaparti, har seyðurin verður fluttur frá.
Djóraslag, ættarslag, aldur, kyn og oyramerki ella id-nummar.
Navn, bústaður og telefonnummar hjá móttakaranum.
Navn og matrikulnummar á djórahaldi ella hagaparti, sum seyðurin verður fluttur til. Ella upplýsingar um, hvar ætlanin er at slátra seyðin.
Váttan frá sendaranum um, at tað hvørki í upprunadjórahaldinum ella hagapartinum, haðani seyðurin kemur, hava verið tekin um fráboðanarskylduga sjúku.
Tað er ikki loyvt at flyta seyð, sum hevur sjúkutekin, ella at flyta hann frá djórahaldi við smittandi sjúku. Heldur ikki er loyvt at flyta seyð úr hagaparti, har ridluskriði (scrapie) er staðfestur. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann tó geva undantaksloyvi til hetta.
Umsókn um flutningsloyvi kann sendast við telduposti til[email protected],ella sum bræv til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Smyrilsvegur 7, 2. hædd, FO-100 Tórshavn. Tað er sendarin, sum skal søkja.
Sjálv umsóknarblaðið finst á hesarisíðuni, undir Flutningur av kleyvdýrum oyggjanna millum.
Gjald
Flutningsloyvið kostar 170 kr., og skal gjaldast frammanundan á kontu í BankNordic: 6460-000.992.765.6. Gjaldið er ásett sambært §7 í kunngerð nr. 6 frá 2009, sum broytt við kunngerð nr 27 frá 2011, og svarar til ½ tíma.
Ridluskriði og flutningur
Oyggjarnar har ridluskriði er staðfestur eru: Streymoy, Eysturoy og Fugloy.
Flutningur ígjøgnum Streymoynna og Eysturoynna
Undantaksloyvi / flutningsloyvi til flutning av seyði millum oyggjar verður framvegis latið til flutning av seyði úr ridluskriða-fríum oyggjum. Skal slíkur flutningur fara fram ígjøgnum Streymoynna og/ella Eysturoynna, skal hetta gerast uttan drál og beinleiðis til móttakandi djórahald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald