Vinna

Flutningsfeløgini í Vágum hava goldið nógvar milliónir í bummgjøldum

...

2017-01-24 21:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fundur 24.01.2017 umbummgjald í Vágatunnlinum

Eg eiti Niels Olgar Joensen og eri eigari á Giljanes bussum, eg umboði flutningsvinnuna í Vágum: Bussar, treylarar, lastbilar og vørubilar.

Fyri 15 árum síðani hin 10. januar 2002 koyrdi eg mín fyrsta busstúr gjøgnum Vágatunnilin. Tá eg mitt á nátt var á veg vestur aftur, eftir at hava koyrt top politikarar og onnur, sum høvdu hátíðarhildið at tunnilin var skotin ígjøgnum, hugsaði eg hvussu fantastigt hetta var ikki at noyðast at sova á keijuni í Vestmanna, men at kunna koyra beinleiðis til hús. Longu tá gleddist eg eisini yvir, at eg um 15 ár ókeypis kunndi koyra gjøgnum Vágatunnilin eins og allar aðrar tunlar í landinum. Hvørki politikarar, nevndarlimir ella nakar annar grunaðu, at vit her 15 ár seinni skuldu stríðast um bummgjaldið. Avtalan var jú klokkuklár: Tá lánið var goldið, skuldi partafelagið avtakast og tunnilin latast landinum og Landsverk at umsita.

Flutningsfeløgini í Vágum hava hesi 15 árini goldið nógvar milliónir í bummgjøldum. Tann størsta flutningsfyritøkan KJO sp/f hevur goldið 4,5 mill, meðan Giljanes sp/f hevur goldið 2,5 milliónir, aðrar fyritøkur í Vágum hava eisini goldið milliónaupphæddir.

Sí myndir og les meira um fundin her.

Bummgjaldið er kappingaravlagandi:

Um ein bátur skal hivast í Vestmanna, ringja tey til Kollafjarðar ella til Havnar, tí kranabilurin í Vágum krevur bummgjald fyri at koma til Vestmanna. Eitt less av skervi úr Hundsarabotni kostar eitt bummgjald meira at koyra vestur í Vágar enn at koyra til Vestmanna. Lastbilavinnan í Vágum er ongantíð komin rættuliga fyri seg í mun til á Streymoynni, tí vit hava eitt bummgjald at gjalda. Um eg sum busseigari skal hava nakran møguleika at kappast við ferðafólkaflutningi, má eg sjálvur gjalda bummgjaldið. Ein bussur frá HK bussum í Hvalvík, sum fer til Havnar at koyra frá einum ferðamannaskipi ella einum hotelli, skal ikki gjalda bummgjald, so um eg skal kunna kappast við hann, kann eg ikki biðja kundan gjalda bummgjaldið, eg má tí gjalda tað sjálvur. Í 2016 havi eg goldið 90.000 kr í bummgjaldi fyri at koma til Havnar at koyra, hetta er kappingaravlagandi. Harafturat eru tað nógvir kundar, sum ikki ringja vestur í Vágar eftir bussi, tí tey vænta, at tey skulu gjalda eitt eyka bummgjald fyri Vágatunnilin, sjálvt um tey skulu inn í Eysturoynna.

Flutniungsvinnan heitir tí á politikararnar um at halda orð og avtaka bummgjaldið í Vágatunlinum, soleiðis at vit kunnu kappast javnbjóðis við restina av vinnuni.

Vit fara als ikki at góðtaka at halda áfram at gjalda bummgjald.

Á Giljanesi

Niels O. Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder