Ítróttur

Flott úrslit á DMU

...

2013-09-01 06:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Túrurin til Aarhus gjørdist munandi strævanir enn ætlað, tí vegna floglíkindir var ikki fari til songar fyrr enn kl. 2 um náttina. Hetta merkti at tað einans var møguligt at fáa 5½ tíma í songini áðrenn upp skuldi farast. Hetta tyktist tó ikki nerva nakran, tí samanutikið, so vóru úrsltini fyrra dagin á DMU sera góð.

Fyrstu íðkarar í eldin í Aarhus vóru 16-17 ára gomlu dreingirnir, og harímillum var 16 ára gamli Tóri Nielsen, sum á fyrsta sinnið skuldi royna seg í hesi kapping. Upptaktin var tó alt annað enn optimal, tí tá upphitingin var farin í gongd, fór at regna illa, og helt hetta áfram nærum alla kappingina. Hetta ávirkaði sjálvandi úrslitið. Tóri er við at læra ein nýggjan teknikk, og ávirkar hetta tryggleikan í kastinum, tí tá tempoði ferð niður riggar nýggi teknikkurin, meðan tá tað ferð upp aftur, so byrjar gamli teknikkurin at koma fram, tó uttan at rigga heilt so væl sum áðrenn. Í kappingini sást hetta við at Tóri, í fyrsta umfarið tók tað róligt og kastaði 41,21 m, meðan tá hann setti tempo upp, so fall teknikkurin saman, og avgjørdi hann tí at gera yvirtrakk hini kastini. 41,21 rakk tó til eitt flott finalupláss, har hann endaði sum nummar átta.

Les meira: http://www.hvirlan.fo/flott-urslit-a-dmu/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder