Føroyar skulu reka sítt egna loftrúm og fara undir flogfarsskráseting á sama hátt sum skipaskrásetingin FAS.
Eins og við flogfarsskrásetingini á Isle of Man verða kundarnir m.a. eysturevropeisk ríkfólk, ið ikki hava álit á skipanirnar í heimlandi teirra.
Føroyska flogfarsskrásetingin skal bjóða eina kappingarføra pakkaloysn við øllum neyðugum veitingum. T.e. ein pakka við øllum neyðugum loyvum, rakstur, manning, trygging og tekniskt eftirlit. Fyri hvørt privatflogfar, sum verður skrásett, skapast uml. 5-7 arbeiðspláss, har av uml. 4 til flogskiparar. Møguleikarnir í hesum eru ovurhondsstórir. Hetta kann tryggja inntøkur fyri hundraðtals milliónir og skapa hundraðtals arbeiðspláss.
Eftir at eg í farna valskeiði legði fram uppskotið um at yvirtaka loftrúmið, er ein donsk/føroysk embætismannakanning gjørd um málið, har tað nokkso greitt framgongur, at danir helst verða trekir at lata loftrúmið frá sær.
Eg haldi tí, at vit alt fyri eitt skulu yvirtaka alt máls��kið ???flogvinnumál???, sum tað er. Sambært yvirtøkulógini kann hetta gerast, tá føroyingar sjálvir ynskja tað.
Við hesum fáa vit yvirtikið loftrúmið og skipað tað við øllum teimum arbeiðsplássunum, sum fylgja við tí. Men yvirtøkan letur eisini upp fyri nógvum øðrum møguleikum.
Ein av hesum møguleikum er, at Føroyar skipa føroyska flogfarsskráseting á sama hátt sum við FAS skipanini (Føroya Altjóða Skipaskráseting). FAS skipanin hevur skapt ómetaliga nógv nýggj føroysk arbeiðspláss á sjónum. Júst tað sama kann gerast í flogvinnuni. Kundarnir verða eysturevropeisk ríkfólk, sum ikki líta á skipanirnar í egnum landi vegna burekrati og korruptión osfr. Hesin vinnuháttur við flogfarsskráseting er vælkendur frá m.a. Isle og Man, sum forvinnur hundratals milliónir krónur árliga upp á leistin.
Í Føroyum skulu vit bjóða bíligar og smidligar pakkaloysnir. Føroyska flogfarsskrásetingin skal, eins og við FAS, bjóða eina einfalda, lætta og kostnaðarkappingarføra loysn, har alt neyðugt verður bjóðað í einum pakka. Tað er ikki torført at kappast við onnur lond á hesum frontinum, tí flest onnur lond, eisini Danmark, eru eftirhondini blivin rættuliga umsitingarliga tung og dýr.
Eg eri sjálvur útbúgvin skipsførari, flogskipari og løgfrøðingur. Mínar royndir innan hesi fak siga mær heilt greitt, at tað ikki er stórvegis munur á sjóvinnuni og flogvinnuni, og at tað, sum vit hava megnað á sjónum, kunnu vit eins væl megna í luftini.
Tá Isle of Man kann forvinna yvir 300 mió. kr. í sín kasssa árliga við flogfarsskráseting, kunnu Føroyar eisini! Tað vístu vit eisini í verki við FAS!
Lat okkum fremja hesa ætlan og syrgja fyri, at Føroyar fáa fleiri vinnubein at standa á, og at fleiri føroyingar sleppa til arbeiðis í flogvinnuni!
Stuðla Janus Rein, valevni Fólkafloksins, týsdagin!???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald