JN

Flogfarið sett: Snarljósið rakti tvær ferðir

...

2014-12-07 19:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KVF.fo skrivar: Toran slerdi í gjár tvær ferðir niður í eitt flogfar hjá Atlantic Airways. Flogfarið er sett og sleppur ikki á flog fyribils.

Ferðafólkini umborð á einum Airbus flogfari, ið kom úr Keypmannahavn seinnapartin leygardagin, fingu ein hvøkk, júst sum flogfarið skuldi lenda í Vágum.

Tá flogfarið byrjaði innflúgvingina í Vágar, slerdi snarljósið niður í flogfarið hjá Atlantic Airways. Flogfarið varð kannað leygarkvøldið, og sleppur ikki á flog aftur í dag.

- Tað er vanlig mannagongd, at flogfør verða sett, eftir at tey eru rakt av snarljósinum, sigur William Smith, tekniskur leiðari hjá Atlantic Airways.

Flogførini tola at verða rakt

Hóast tað kann tykjast ógvusligt hjá teimum, ið eru við einum flogfari, ið verður rakt av snarljósinum, er tað ikki so vandamikið, sum tað kann tykjast, soleiðis sum ferðafólkini uppliva tað.

- Flogførini eru bygd til at tola, at toran slær niður í tey, so tað er eingin vandi á ferð, sigur tekniski leiðarin hjá Atlantic Airways, William Smith við útvarpið.

Onkrir deilir eru bílagdir úr Týsklandi, og tá teir deilirnir eru skiftir, kann flogfarið aftur fara í regluliga flúgving. Seinast, snarljósið rakti eitt flogfar hjá Atlantic Airways, var í 2008.

Kelda: kvf.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder