2019-04-05 16:00

Flogfarið hjá Atlantic Airways, sum fekk ein fugl í tann eina motorin tann 30 mars, roknast við at fara á flog aftur í komandi viku, tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways í dag.
Jóhanna á Bergi segði við JN.fo fyri løtu síðan, at tað hevur verið arbeitt dúgliga síðan skaðin hendi, arbeiðið hevur gingið væl, og roknað verður við, at flogfarið verður á flogi aftur í komandi viku.
Hon sigur víðari, at tey hava útvega flogfør, soleiðis at ferðafólkini, sum skulu avstað teir komandi dagarnar, ikki verða nervað av, at tað eina flogfarið ikki er í flúgving.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald