Eftir U19-landsliðsvenjingarnar um vikuskiftið, hava venjararnir Romica ??ster og Rúna Hentze tikið út 14 gentur, sum skulu vera við til næstu venjingarnar.
12 av hesum leikarum spæla í Føroyum og 2 í Danmark.
Tær 14 genturnar, ið skulu halda fram við venjingum á U-19 landsliðnum, eru:
Mjølnir:Sirið Anthoniusen
Ternan:Bára Brynleifsdóttir
ÍF:Anna Larsen
TB:Sára Maria Johansen
Dráttur:Petra Sunadóttir Hansen, Anna Sunadóttir Hansen, Barbara Herdalur Poulsen, Bettieyð Ellingsgaard
Fleyr:Magnhild Jacobsen, Jórunn Elisdóttir Wang, Anna Gøthe Magnusdóttir
SÍ:Sissal Ellefsdóttir
??r Danmark:Eva Winther Nagata, Súsanna Ludvig
Liðið skal í døgunum 28. til 30. oktober verða við í Nevza kappingini, sum verður í Onglandi. Luttakandi londini eru umframt Føroyar: Ongland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ísland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald