Ítróttur

Flogbóltur:Manslandsliðið úttikið

...

2016-04-25 19:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska manslandsliðið í flogbólti er úttikið. 

Liðið skal í døgunum 12. mai til 16. mai spæla við í HM/EM undankappingini, sum verður í Luksemborg.

Liðið hevur havt fleiri venjingar um vikuskiftið, og úrslitið gjørdist millum annað, at onkur fyrrverandi landsliðsleikari aftur er á liðnum, eftir steðg í eina tíð. Talan er um Rúna Weihe, sum fyrr hevur verið ein av berandi kreftunum á liðnum ??? men tá var tað meira sum álopsleikari. Rúni Weihe er nú úttikin sum libero til kappingina í mai.

Hann spældi fleiri ár í fremstu deildini í Norra við BK-Tromsø.  

Á landsliðnum eru eisini ársins blokkleikari Suni Juul Pedersen úr SÍ, og ársins stjørnuskot Jóhan Arne Eliasson Wang úr Fleyr ,umframt at ársins álopsleikari og ársins leikari Trygvi Hansen, Ternan, er við á liðnum.

Endaliga úttøkan hjá landsliðsvenjaranum Bárður B. Mikkelsen og hjálparvenjaranum Ragnar í Haraldstovu Petersen gjørdist henda:

1 Rasmus Mortensen Potts, Diagonalur, Fleyr

2 Steffan Rosenlund Olsen, Kantur, Mjølnir

3 Rúni Weihe, Libero, ,ÍF

4 Jón Joensen, Kantur, SÍ

5 Oskar í Haraldstovu Weihe, Diagonal, SÍ

6 Thorvald Danielsen, hevari, Rander Novo

7 Niels Niclasen, Hevari, Fleyr

8 Uni Jacobsen, Kantur, Fleyr

9 Dávið Hentze, Libero, Fleyr

10 Trygvi Hansen, Kantur, Ternan

11 Suni Juul Pedersen, Miðja, SÍ

12 Jóhan Arne Eliasson Wang, Miðja, Fleyr

13 Kasper Lorenzen, Miðja, SÍ

14 Bjarki Enni, kantur, Amager VK




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder