Kvinnulandsliðið fór í gjár til Danmarkar, har liðið skal spæla ein landsdyst ímóti Danska landsliðnum.
Føroyska liðið er nú endaliga úttikið, og av truppinum upp á 14 leikarar eru 6, sum dagliga leika í fremstu deildin í Danmark, meðan hinar 8 spæla í Føroyum.
Í sambandi við dystin, so hevur liðið eisini eina venjingarlegu í Keypmannahavn.
Landsdysturin ímóti Danmark verður leygardagin kl. 17,00 føroyska tíð, og verður leiktur í Sundby Hallen, Englandsvej 61, Amager.
Venjararnir Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen hava tikið hesar leikarar út til dystin:
Amager VK:
Sofía Purkhús
Elisabeth Purkhús
Eina Kalsø
Birgit Guttesen
Randers NOVO/Ikast:
Urd T. Traðará
Eyð G. Magnussen
Fleyr:
Anja S. Danielsen
Súsanna Ludvig
Anna Sára L. Skaalum
Dráttur:
Ruth Albinsdóttir
KÍF:
Guðrun Joensen
Sóley M. Poulsen
Hanna A. Olsen
TB:Femja F. Mortensen
Vinaligast / Best regards
Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald