2016-03-12 22:49
So fór takið av høllini í Trongisvági - næstan!
Við fullari høll av áskoðarum vunnu TB gentur 16 í dag ein uppiborðnan sigur á SÍ ??? og rómurin var stórur. TB-liðið tapti fyri góðum mánaða síðani steypafinaluna ímóti SÍ, men Kristin Michelsen, sum tá handaði steypið segði, at á Tvøroyri skuldu teir geva SÍ skarpan gang.
Og Kristin fekk rætt!
TB kom best frá byrjan, og vann fyrsta settið 25 ??? 21, men í næsta settinum gjørdist úrslitið tað umvenda, og SÍ vann uppiborðið 25-18.
Men so setti TB allar kreftir inn í dystin og vann triðja settið so nógv sum 25-8, og nú varð roknað við, at SÍ var liðugt.
Men so var ikki.
4. settið gjørdis sera spennandi. Móti endanum var SÍ á odda 23-22, eftir at SÍ hevði verið omaná so at siga allan dystin,
Og Julia Mortensen gjørdi munin til seinast í fjórða setti ??? við trimum sera skørpum og góðum servum, hevði hon stóran part í, at sigurin kom í hús í hesum settinum ??? sera væl servað ??? og uttan av verða ávirkað av stóru áskoðarafjøldini og rungandi tónleikinum ??? TB vann settið 25 ??? 23 og TB gjørdist Føroyameistari í 2016..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald