Ítróttur

Flogbóltur:FM-finalurnar, yngri ??? Dreingir 12 Fleyr

...

2016-03-12 12:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrsta finalan í dag gjørdist ein sannur gysari millum Dreingir 14 hjá Fleyr og SÍ. Fleyr kom best frá byrjan, og kom skjótt nøkur stig framum, og helt hesa leiðslu gjørgnum alt settið, sum Fleyr vann 25 ??? 16.

Í øðrum setti varð vent í holuni. SÍ kom á odda við góðum og tryggum spæli, meðan nógvir persónligir feilir vóru gjørdir á Fleyr-liðnum. SÍ vann við sama settmuni, sum Fleyr vann fyrsta settið 25 ??? 16.

Spenningurin var nú øgiligur undan triðja og avgerandi settinum. Ommur, abbar, mammur og pápar og onnur avarandi reistust í høllini og rópini giltu saman við rungandi disko-tónleikinum, sum var spældur undir hvørjum bólti.

Fleyr legði seg á odda, men ongantíð við meira enn tveimum ella trimum stigum, og tá skiftið fór fram, var støðan 8-6 til Fleyr-dreingirnar.

Og eftir hetta kom blandaða liðið hjá SÍ ongantíð rættuliga inn í dystin aftur. Fleyr gjørdi bart, og vann trygt 15 ??? 9, frammanfyri rópandi áskoðarafjøldini.

Fleyr gjørdist Føroya-meistari í D 12 við einum 2 -1 sigðri á SÍ.

Steypið handaði ??lavur Bjarkhamar, frá Varðin Pelagic, sum er høvuðstuðul til kappingina í Trongisvági.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder