Ítróttur

Flogbóltur:104 ungdómslið kappast í FK Cup í Havn

...

2015-11-13 00:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Um vikuskiftið verður enn ein stór vikuskiftiskappingin hjá teimum yngru flogbóltsleikarunum hildin í Havn.

Tað er Fleyr, sum í samstarvi við Føroya Keypsamtøku, skipar fyri enn einari útgávu av FK Cup, og undirtøkan er óvanliga stór.

Hesaferð hava 104 lið meldað til og tað merkir, at millum 700 og 800 leikarar fara at dystast sum steyp og heiðursmerkir í Havn um vikuskiftið.

Spælt verður í øllum fýra hallunum í Havn og í Hoyvík, og byrjað verður við kvinnuunglingum leygarmorgunin klokkan 8.00 í Høllini á Hálsi. Klokkan 8.30 byrja gentur 14 at spæla í Hoyvíkshøllini og samstundis byrja gentur 12 at spæla í Gundadalshøllini. Gentur og dreingir 10 spæla sínar dystir í Badmintonhøllini, har byrjað verður klokkan 11.30.

Fleyr hevur sent út leikskrá til øll feløgini, og felagið mælir øllum liðum til at vera til dystin fús í góðari tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder