JN

Flogbóltur: Urd og Eyð í endaspælinum

...

2016-02-28 18:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Urd Traðará og Eyð Guðrunsdóttir Magnussen, sum spæla í 1. deild í donskum flogbólti, hava vunnið sær rættindi til endaumfarið - tær spæla við Randers Novo Ikast.

Fríggjadagin spældu teir seinasta landskappingardystin, sum var ímóti Ry Volley. Dystin vunnu tær,3-1 (17-25, 25-12, 25-17, 25-20). Undan dystinum var longu avgjørt, at tær høvdu leikt seg víðari, og tí vóru ymiskar royndaruppstillingar gjørdar eins og ymiskir álopsmøguleikar vóru royndir, og tí kundi úrslitið kanska verið 3-0, um hetta ikki var gjørt.

Leygardagin 5.marts kl. 19.00 (danska tíð) spælir Randers Novo Ikast fyrsta dystin í endaumfarinum í móti Fortuna Odense Volley. Fortuna endaði næstniðast í bestu donsku deildini. Tað eru í alt 4 dystir í endaumfarinum. (Hetta kemst av, at niðasta liðið í bestu deildini ynskir at spæla í 1.deild komandi ár, og eru tí ikki við í endaumfarinum).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder