Ítróttur

Flogbóltur: U20-menninir spæla eisini EM

...

2016-01-26 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogbóltssamband Føroya hevur gjørt av eisini at melda U20 liðið hjá monnunum til undankappingina til evropameistaraheitið.

Seinasta freist at melda til var í november, og tá freistin var farin, høvdu seks lond boðað frá luttøku. Umframt Føroyar eru tey Kypros, Luksemburg, Norðurírland, Skotland og San Marino.

Liðini eru skipað í tveir bólkar, og føroysku menninir skulu spæla móti Kypros og Norðurírlandi í innleiðandi bólkinum. Eftir bólkaspælið verða hálvfinalur og finalur.

Kappingini hjá U20-liðnum verður spæld á Kypros í døgunum 31. mars til 3. apríl í ár.

Tað er fyrstu ferð, at U20-landsliðið hjá monnum, sum er mannað við leikarum føddir eftir 1. januar 1997, verður við í undankapping til EM.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder