Ítróttur

Flogbóltur: U19-kvinnurnar til Ikast, Nevza-kapping

...

2015-09-23 19:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hálvan næsta mánað sendir Flogbóltssamband Føroya enn einaferð eitt av sínum unglingalandsliðum til eina kapping uttanlands.


Hesaferð eru tað U19-kvinnurnar, sum fara avstað, og skulu tær vera við í NEVZA-kappingini, sum verður í Ikast.

Sjey lið eru við í kappingini og eru tey býtt í tveir bólkar. Føroyar eru endaðar í bólki saman við Svøríki, Noregi og Íslandi, meðan Finnland, Danmark og Ongland eru í hinum bólkinum.

Fyrsti dysturin hjá føroysku U19-kvinnunum er ímóti Svøríki týsdagin 13. oktober klokkan 11 (10 føroyska tíð). Klokkan 18 (17 føroyska tíð) sama dag spæla U19 kvinnurnar móti Noregi, og klokkan 9 mikudagin 14. oktober spæla tær móti Íslandi.

Tey bæði fremstu liðini spæla hálvfinalu, meðan nummar trý í bólki A og nummar trý og fýra í bólki B spæla sínamillum plaseringsdystir.

Kvinnurnar fara úr Føroyum 12. oktober og vera aftur 16. oktober.

Venjarar hjá kvinnunum eru Marjun Kalsø og Berit Norðoya Vilhelmsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder