Ítróttur

Flogbóltur: U19-kvinnurnar skulu spæla EM-undankapping

...

2016-01-26 02:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogbóltur: U19-kvinnurnar skulu spæla EM-undankapping

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verða føroysku U19-kvinnurnar í mai mánaði í ár við í undankapping til EM.

Nevndin í Flogbóltssambandi Føroya, FBF, hevur gjørt av at melda U19-kvinnurnar til EM undankappingina, sum verður í døgunum 31. mars til 3. apríl í ár. Kappingin verður hildin í Skotlandi og føroysku kvinnurnar skulu kappast móti Kypros, Luksemburg, Norðurírlandi og vertstjóðini Skotlandi.

U19-kvinnurnar hava annars javnan verið við í kappingum uttanlands. Seinast vóru tær við í NEVZA-kapping í Onglandi, men hetta tað er fyrsta ferðin, at liðið verður við í undankapping til evropameistaraheitið. Leikararnir sum eru við, eru føddir eftir 1. januar 1998.

Tað er evropeiska flogbóltssamgongan, CEV, sum skipar fyri kappingini, har øll liðini spæla móti hvørjum øðrum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder