Seinast í hesum mánaðinum skal U17 landsliðið hjá dreingjum við til altjóða flogbóltskapping í Onglandi, sum verður fyriskipa av Nevza, vegna Evropeiska Flogbóltssambandið
Nú hava venjararnir báðir, Suni Hansen og Otto Gram Leo, tikið út teir 12 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í hesari kappingini.
Teir 12 leikararnir koma úr fýra ymiskum feløgum og eru teir hesir:
Dávið Hentze, Niels Niclasen, Bjarni Petersen og Uni Jacobsen úr Fleyr, Hjørtur Eliasen og Ingálvur Eyðunsson Olsen úr ÍF, Oskar í Haraldsstovu Weihe og Jón Weihe Simonsen úr SÍ og Agnar Hammer, Niklas Djurhuus Olsen, Gudmund Vestergaard Larsen, Bárður Dimon.
U17 landsliðið fer úr Føroyum mikudagin 28. oktober, og kappingin verður býnum Kettering, sum liggur stutt frá Birmingham, í døgunum 29. oktober til 1. november. Umstøðurnar í Kettering eru framúr góðar, tí hetta er miðdepilin hjá enska flogbóltssambandinum.
Sjey lið eru við í kappingini, og spæla tey í tveimum bólkum. Føroyar eru í bólki við Danmark, Svøríki og Íslandi, og í hinum bólkinum eru Finnland, Ongland og Noreg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald