Flogbóltur U 19 kvinnur:Best ímóti Kýpros
Føroyar ??? Kýpros 0 ??? 3 (22-25, 15-25, 15-25)
Tað hevur staðið øllum greitt, at Kýpros hevur sterkasta liðið í EM-kappingini hjá U19 gentum. Fyri dystin ímóti Føroyum hevði Kýpros vundið burturúr øllum hinum, og tær høvdu ongantíð verið undir trýsti yvirhøvur, men tað komu tær frá byrjan ímóti Føroyum.
Framúr 1. sett
Føroysku genturnar fóru á vøllin fullar av dirvi og óttaleysar, tí uppleggið var, at hesin dysturin skuldi njótast og annars stríðast sum allar best fyri hvørjum bólti, tí Kýpros var sterkari. Tað vísti tó skjótt, at Føroyar megnaðu at leggja stórt trýst á Kýpros, og talan var um leiðslu at kalla alt samalt fyrsta sett. Kýpros fekk ikki javnleik fyrr enn støðan varð 20-20, men føroysku genturnar svaraðu aftur upp til 22-22. Neyðugu slagstyrkina at avgera settið átti tó Kýpros. Men hetta var fyrstu ferð í kappingini, at rættiligt trýst var á Kýpros. Tað hevur einki av hinum londunum megnað.
Kýpros í serflokki
Tað, sum má sigast um hini bæði settini í dag, er, at Kýpros er í serflokki í hesi kappingini. Og tað eru tær í grundini í allar mátar. Í hædd, í styrki, í tekniskum førleika osfr. Snøgt sagt bara best. Munurin gjørdist rættiliga stórur fyrst í báðum settunum, men eftir tað fylgdust liðini, og tað gleðiliga er, at allar genturnar sluppu at spæla aftur í dag. Og tær sum komu av beinkinum lyftu uppgávuna til fulnar og stóðu einki aftanfyri hinar. Tað vísir á góða breidd og nógv gott fyri framman í víðari altjóða flogbóltinum hjá Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald