Ítróttur

Flogboltur U 19 kvinnur: Mangla villskapin

...

2016-10-30 10:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyar ??? Ísland 1-3 (25-21, 21-25, 17-25, 21-25)

Fyrsti fjórðingsfinaludysturin hjá kvinnunum var spældur í morgun ímillum Føroyar og Ísland. Og tað var ein fínur dystur.

Føroyar nógv betri byrjan

Føroysku genturnar vóru ógvuliga uppsettar frá fyrsta bríksli, og lagdi taktikkurin virkaði til fulnar. Stóri spælarin hjá Íslandi Elisabeth Einarsdóttir, sum í seinastu kapping varð vald besti leikari av øllum, skuldi steðgast, og tað megnaðu føroysku genturnar sera væl. Harumframt var nógv meiri bit í føroysku álopunum enn áður í kappingini. Føroysku genturnar sláa hart og vísa stóran stríðsvilja í hesum settinum, sum tær vinna. Sama lagið halda tær í og nakað væl út í 2. sett, men so kemur Ísland so við og við meira við í dystin.

Íslendski villskapurin

Frá at hava verið útspældar, vinna íslendsku genturnar seg longur og longur fram frá miðskeiðis í 2. setti, og eftir hetta funnu tær vælkenda villskapin fram, sum íslendingar bara duga best av øllum. Álopini verða avgjørdari, eingin bóltur sleppur at detta í gólvið, og yvirhøvur vísir liðið eitt yvirskot, ið føroysku genturnar ikki megnaðu at standa ímóti. Restina av dystinum lógu føroysku genturnar sum oftast nakað undir og vunnu seg upp á javnt viðhvørt, men Ísland hevði fingið yvirtakið og tók dystin 3-1.

Hóast tapið, er hetta nógv tann besti dysturin hjá føroysku gentunum, sum vónandi kunnu byggja víðari á hetta til seinasta dystin.

Í morgin kl. 10.00 leika genturnar seinasta dystin í hesi kappingini. Dysturin verður ímóti annaðhvørt Onglandi ella Danmark.

Dagsins leikarar hjá Føroyum: Magnhild Jacobsen, diagonal og Anna Gøthe Magnusdóttir, hevari

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder