Ítróttur

Flogbóltur, U 19 kvinnur: Føroyar sterka byrjan

...

2016-04-01 18:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Luksemborg ??? Føroyar 3-2 (25-8, 23-25, 23-25, 25-22, 15-9) Flogbóltssamband Føroya hevur fyri fyrstu ferð nakrantíð teknað

U19 liðið hjá kvinnum til EM-kapping. Kappingin er í Edinburgh í Skotlandi, og Føroyar løgdu í dag fyri við dysti ímóti Luksemborg.

Bygdu seg upp

Føroyska liðið hevði eina góða byrjan og legði seg framum í 1.

setti. Hetta hóast nógvir av royndastu leikarunum ikki vóru við frá byrjan. So hvørt sum setti leið vann Luksemborg seg væl framum og fann eisini settið 25-8, men longu frá byrjanin í 2. setti sást, at avgerðin hjá venjaranum Romica ??ster at broyta uppstillingar í dystinum hepnaðust væl, tí broytti spælistílurin hjá føroyska liðnum tóktist órógva Luksemborg almikið, og trý tey næstu settini høvdu Føroyar rættiliga takið á Luksemborg. Í øllum trimum settunum vóru Føroyar frammanfyri 21-17, og í øðrum og triðja setti helt hetta akkurát til sigurin á 25-23.

Manglaðu royndirna

Tað lá alvorliga til sigur hjá føroyska liðnum, tí í fjórða setti var støðan 21-17, og Luksemborg vann í grundini bara stig, tá ið tær servaðu, men tað gjørdu tær so afturfyri sera væl, tí frá støðuni 17-21 vunnu tær settið 25-22 og sostatt 9 seinastu bóltarnar 8-1, og her er tað, at manglandi royndirnar hjá Føroyum Í EM og tilsvarandi drúgvu royndirnar hjá Luksemborg komu til sjóndar. Føroysku genturnar funnu bara ikki fram til, hvussu settið og harvið dysturin skuldi fáast endaliga pettið niður í pottin, og so koppaði tað heila til Luksemborg, sum í 5. setti alla tíðina var omaná.

Væl nøgd hóast tap

Eftirsum hetta er allar fyrsti EM-dystur hjá føroyskum U19 liði hjá kvinnum, og hann var ímóti einum sterkum og royndum liðið úr Luksemborg, so ber ikki til at vera annað enn nøgdur við so tepurt tap, sum við einum lítlum sindri afturat kundi havt givið sigurin.

Føroyar fingu stig í allar fyrstu EM-royndini, og tað kundi verið nógv verri. Alt í alt eitt sera gott avrik hjá føroysku U19 gentunum. Her er nógv gott at byggja á!

Í morgin eru tveir dystir á skránni.

Kl. 10.00 spæla Føroyar ímóti Skotlandi

Kl. 16.00 er so dystur ímóti Norðurírlandi Dystirnir verða stroymaðir beinleiðis umvegis leinkju á www.fbf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder