JN

Flogbóltur U 19, dreingir: Spæla um 5. plássið sunnudagin

...

2017-10-29 09:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Við tað, at Ísland í dag tapti 3-0 ímóti Noreg, so vera tað Føroyar og Ísland, sum í dag, sunnudagin, skulu spæla um 5. plássið í evropeisku flogbóltskappingin í Onglandi.

Dysturin byrjar klokkan 10,00, og verur hetta samstundis seinasti dysturin í kappingin hjá Føroyska U 19 landsliðnum.

Meginparturin at liðnum hevur eisini møguleika at spæla við komandi ár, so hetta eitt ungt lið, sum hevur verið við í kappingini, og tí verður vónað, at liðið fær betri úrslit komandi ár.

Allir dystir verða stroymdir á:https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder