Ítróttur

Flogbóltur: U 17 genturnar argaðu Svøríki

...

2016-10-21 10:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir fína dystin í fyrradagin ímóti Onglandi skuldu føroysku genturnar royna at halda stílin, tá ið Svøríki stóð hinumegin netið í gjár. Og tað kann ikki annað sigast, enn at tað gjørdu tær. Serliga í fyrsta setti, sum var púra javnt alla tíðina. Liðið var nakað broytt frá dystinum ímóti Onglandi, men tær sum komu inn stóðu seg sera væl. Spæli gekk væl og fleiri ferðir eydnaðist at blokka svensku álopini. Men heilt á mál komu genturnar ikki og taptu settið 23-25. Í hinum settunum var gongdin nógv tann sama, hóast tey ongantíð gjørdust heilt so tøtt sum hetta fyrsta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder