Ítróttur

Flogbóltur: U 17 dreingirnir endaðu við enn einum sigri á Noreg

...

2016-10-21 11:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

NEVZA-kappingin er av á hesum sinni. Hjá bæði gentum og dreingjum eydnaðist Finnlandi at vinna og harvið staðfesta støðu sína sum sterkasta Norðurlandið í flogbólti.

Sera góð kapping hjá dreingjunum

Føroysku dreingirnir hava staðið seg sera væl. Tveir sigrar er tað blivið til. Fyrst 3-2 á Onglandi í einum ómetaliga spennandi dysti. Og á síðsta leikdegnum var tað Noreg, ið mátti lúta fyri føroysku dreingjunum í eini sannari føroyskari maktuppvísing, sum byrjaði eftir eitt vánaligt 1. sett, sum Noreg vann stórt. Men eftir tað lótu føroysku dreingirnir ongantíð Noreg sleppa inn aftur og vunnu trý tey næstu settini. Seinastu løtuna í 4. setti stóð nógv á, men ein av heilt stóru føroysku leikarunum, Oskar í Haraldstovu Weihe sveik ikki, tá ið hann fekk góða heving frá Jónfinni Hansen, og hann dundraði bóltin í gólvið. Tá var lag á monnum. 3-1 til Føroyar.

Tað er langt síðan, at eitt føroyskt U17 dreingjalandslið hevur staðið seg so væl sum hetta í NEVZA-kappingini og vunnið tveir dystir. Og í øllum hinum dystunum hevur føroyska liði staðið seg væl. Fleiri av hesum leikarunum fara nú við U19 landsliðnum til Kettering í Onglandi, har teir skulu dystast ímóti somu londum. U19 kappingin er í døgunum 26. ??? 31. oktober.

U 17 menninir í framdu bragdið:

SÍ:

Julian Niclasen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Oddur í Haraldstovu Petersen, Jón Weihe Simonsen, Ragnar Weihe og Hjørtur Joensen.

Fleyr:

Jónfinnur Hansen, Dávið Hentze og Gilli Samuelsen.

TB:

Niklas Djurhuus og Bárður Dimon.

ÍF:

Ingálvur Olsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder