Ítróttur

Flogbóltur, U 17 dreingir: Aftur sigur á Noreg

...

2017-10-19 13:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogbóltur, U 17 dreingir: Aftur sigur á Noreg

Føroyar hava aftur í morgun megnað at vunnið á Noreg ??? í dag gjørdist sigurin 3-1 í settum.

??rslitini hava háttað seg soleiðis, at tað eru Føroyar, Ísland og Noreg sum skulu leika um plássini frá nr. 5-7, og tí gjørdist tað Noreg, sum aftur í dag stóð hinumegin netið.

Vónirnar undan dystinum vóru góðar, tí í fyrradagin vunnu Føroyar 3-0 júst á Noreg, men ivamál var eisini, um dreingirnir megnaðu at reisa seg aftur, eftir 3-2 ósigurin móti Onglandi í gjár.

Føroyar komu væl frá byrjan, og vunnu bæði tey fyrstu settini ávikavist 25- 18og 25-19, og alt sá gott út.

Men!

So støðgaði upp, feilir vóru gjørdir, og føroysku dreingirnir høvdu trupuleikar við at fáa fatur á smasjunu hjá tí eina kantinum hjá Noreg ??? Føroyar taptu triðja settið 25-22.

Sama vánaliga spæl var í byrjanini av 4. setti. Føroyar vóru aftanfyri 11-9, 20-18, men so komu teir upp á 20-20 ??? so afturút 23-20, men so kom vend í, og liðið kom upp á 25-25 eftir ein settbólt, har Føroyar gjørdi ein servifeil.

Men dreingirnir mentu seg aftur og stóðu ímóti trýstinum. Fyrst vunnu teir seg upp á 26-25, og so var tað hevarin Julian Vest Niclasen, sum tók sakina í egnar hendur, og snýtti alt tað norska liðið, og koyrdi bóltin yvirum 2. ferð í staðin fyri at heva ??? bólturin beint í gólvið, og sigurin upp á 3-1 var komin í hús.

Eitt megnar avrik hjá øllum liðnum og venjarunum Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Føroyar ??? Noreg: 3-1, 25-18, 25-19, 22-25 og 27-25.

Klokkan 14,00 í dag skulu dreingirnir splæa seinasta dystin, sum er ímóti Íslandi ??? vinna teir henda dystin enda teir nr. 5 í kappingini.

Í gjár spældu Noreg og Ísland, og henda dystin vann Noreg 3-0eftir ein javnan dyst.

Kl. 10,00 fóru føroysku U 17 genturnar undir sín seinasta dyst ??? hesin er ímóti Grønlandi.

Dystirnir verða stroymdir áhttp://www.volleytv.dk/

Leikararnir í dag vóru:

U 17 dreingir:
Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen. SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Áslakur Holm, ÍF
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Niklas Samuelsen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ

Venjari: Rajko Petrovic
Hjálparvenjari: Hans Simonsen

Liðleiðari: Jónley Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder