Ítróttur

Flogbóltur: Styrvin byrjan hjá U20 hjá monnum

...

2016-04-02 22:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

U20 hjá monnum eru á Kypros og spæla um Evropameistaraheitið fyri smátjóðir.

Fyrsti dysturin varð spældur fríggjamorgunin ímóti Norðurírlandi. Tað skuldi verið ein yvirkomilig uppgáva, men tað vísti seg skjótt, at okkara ikki vóru nóg væl samanspældir, og ikki høvdu líka nógva royndir sum mótstøðuliðið. ??rslitið gjørdist ein 3-1 sigur til Norðurírland. Tað var lítil munur á liðunum, men í avgerðandi løtunum vóru Norðurírar stinnari.

Seinni dysturin var ímóti heimaliðum og stórfavorittunum, sum høvdu eitt lið har allir leikararnir vóru í elsta árganginum. Kypros legði út sum eitt ódnarveður, og tað sá út sum um, at virðingin hjá okkara fyri mótstøðuliðnum var nakað stór. Í øðrum setti gjørdist dysturin tættari og okkara leikarar byrjaðu at geva kypriotum mótstøðu. Í triðja setti fingu vit blokkin at koyra, samstundis sum verjuspælið gekk framúr væl. Tað sást aftur á heimaáskoðarunum, sum klappaðu fyri okkara liðið, tá teir við framúr bjargingum kláraðu at fáa nærum ómøguligar bóltar upp úr gólvinum aftur. Vit komu á odda og kláraðu at halda leiðsluna til støðan var 20-19. Tá kom heimaliðið fyri seg aftur og vunnu settið og dystin 3-0.

Leygardagin var dystur ímóti Skotlandi. Okkara koma væl frá byrjan og fylgdu við Skotum upp til 16. Tá steðgaðu vit upp, og taptu fyrsta settið. Í øðrum setti sá út sum okkara leikarar mistu trúnna á egin evnir. Hetta útnyttaðu Skotar og vunnu nógvar bóltar á rað og settið. Í triðja setti fingu allir møguleika at spæla, men skotar vóru ikki til at steðga.

Í morgin kl. 9 verður dystur um 5. og 6. plássið. Tann dysturin er ímóti Norðurírlandi, og tá ætla vit okkum at vinna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder