Ítróttur

Flogbóltur steypakappingin, kvinnur: Botnliðini væl frá byrjan

...

2016-12-08 11:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogbóltur: Fyrsta umfar av steypakappingini hjá kvinnum er leikt, og liðini sum kláraðu seg best eru tey, sum í landskappingini liggja frá miðjuni og niðureftir

Nú desember mánaður er byrjaður, eru flogbóltsliðini farin at kappast um, hvørji lið skulu spæla steypafinalu hetta kappingarárið.

Kappingin er skipað soleiðis, at liðini eru býtt í fýra bólkar, har øll spæla móti øllum. Tað gera tey eisini í landslappingini, men í steypakappingini spæla tey bara einaferð móti hvørjum øðrum. Hvør hevur heimavøll, verður avgjørt við grundarlagi í seedingini, sum byggir á úrslitini frá árinum fyri.

Kappingin hjá kvinnum er skipað soleiðis, at Dráttur, Fleyr, KÍF og Ternan eru í bólki eitt, og SÍ, ÍF, Mjølnir og TB eru í bólki tvey.

Nú ein sløk vika er liðin síðan steypakappingin byrjaði, hava liðini leikt ein dyst í part, og úrslitini hava lagað seg soleiðis, at botnliðini í landskappingini hava fingið bestu byrjanina uppá steypakappingina. Fleyr, SÍ og ÍF, sum øll trý liggja frá miðjuni og niðureftir í landskappingini, vunnu ávikavist á KÍF, TB og Mjølnir.

Rætt skal tó vera rætt, tí suverena oddliðið í bestu kvinnudeildini, Dráttur, vann í gjárkvøldið sín fyrsta dyst trygt, tá tær vunnu 3-0 á Ternuni.

??rslitini av teimum fýra dystunum vóru hesi. Í bólki eitt:

Fleyr-KÍF 3-1 (25-13, 25-18, 19-25, 25-19)

Dráttur-Ternan 3-0 (25-13, 25-21, 25-18)

Og í bólki tvey:

SÍ-TB 3-1 (14-25, 25-22, 26-24, 25-23)

Mjølnir-ÍF 1-3 (23-25, 27-25, 9-25, 16-25)

Næstu dystirnir í steypakappingini hjá kvinnum vera leiktir um vikuskifti og eru teir hesir:

Bólkur eitt: KÍF-Dráttur, Kollafjørður, klokkan 13.00

Bólkur eitt: Ternan-Fleyr, Toftir, klokkan 13.00

Bólkur tvey: SÍ-Mjølnir, Sørvágur, klokkan 16.00

Bólkur tvey: TB-ÍF, Trongisvágur, klokkan 13.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder