KÍF er higartil ósigrað í bólki 1 í steypakappingini hjá kvinnum, eftir at tær í gjárskvøldið vunnu 3-0 á Fleyr b. Liðið úr Kollafirði endar sostatt ovast í bólkinum, og skal í hálvfinalunum 2. januar í Høllini á Hálsi møta TB, Fleyr a ella Mjølni.
Hetta verður avgjørt um vikuskifti, tá TB spælir ímóti
Mjølni í Trongisvági kl. 14,00 leygardagin, og Fleyr tekur ímóti ÍF í
Gundadalshøllini eisini kl. 14,00.
Fyrsta settið í gjárskvødlið vann KÍF greitt 25-9, men í
øðrum settið gjørdi Fleyr b ein vørr, og hetta settið endaði 26-24 til KÍF, men
í triðja settið vísti KÍF seg aftur sum eitt vinnaralið og vann trygt 25-19 og
harvið dystin 3-0.
Hvør verður nr. 2 í bólki 1 verður avgjørt í morgin
leygardagin kl. 14,00 á Giljanesi, tá Dráttur og SÍ møtast. Vinnarin av hesum
dystinum verður nr. 2. í bólkinum.
Støðan í bólki 1:
|
Dystir |
Sett |
||||||||
|
Lið |
Leikt |
Vunnið 3-0/3-1 |
Vunnið 3-2 |
Tapt 3-0/3-1 |
Tapt 3-2 |
Vunnin |
Tapt |
Munur |
Stig |
|
KÍF |
3 |
3 |
0 |
0 |
0 |
9 |
0 |
9 |
9 |
|
SÍ |
2 |
1 |
0 |
1 |
0 |
3 |
3 |
0 |
3 |
|
Dráttur |
2 |
1 |
0 |
1 |
0 |
3 |
3 |
0 |
3 |
|
Fleyr B |
3 |
0 |
0 |
3 |
0 |
0 |
9 |
-9 |
0 |
Støðan
í bólki 2:
|
Dystir |
Sett |
||||||||
|
Lið |
Leikt |
Vunnið 3-0/3-1 |
Vunnið 3-2 |
Tapt 3-0/3-1 |
Tapt 3-2 |
Vunnin |
Tapt |
Munur |
Stig |
|
TB |
2 |
1 |
1 |
0 |
0 |
6 |
2 |
4 |
5 |
|
Fleyr A |
2 |
1 |
0 |
0 |
1 |
5 |
3 |
2 |
4 |
|
Mjølnir |
2 |
1 |
0 |
1 |
0 |
3 |
4 |
-1 |
3 |
|
ÍF |
2 |
0 |
0 |
2 |
0 |
1 |
6 |
-5 |
0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald