Ítróttur

Flogbóltur: Sofía Purkhús besti áleypari í Danmark

...

2016-03-25 18:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Júst sum føroyska flogbóltsárið er við at enda er eisini tað danska. Har hava tey spælt endaspælið, sum leiðir fram til hvør tað er, sum kemur í finalurnar hjá bæði monnum og kvinnum.

Danska kappingin er soleiðis skipað, at seks try ovastu liðini vera koyrd í tveir bólkar, sum síðan kappast um at sleppa í finaluna, og sæð við føroyskum eygum hevur hetta árið verið rættiliga áhugavert.

Tí ikki bara hevur Amager VK, har Sofía Purkhús, systir hennara Elisabeth Purkhús og Eina Kalsø spæla, longu spælt seg fram til at spæla um heiðursmerkir, Sofía Purkhús hevur nevniliga víst seg sum ein av allabestu áleyparunum í donsku kappingini.

Aftaná hvønn dyst verður gjørt upp, hvussu leikararnir klára seg, og sum støðan er undan dystunum í dag, er Sofía Purkhús á odda sum tann, sum hevur fingið flest stig, og hon er eisini skrásett sum besti áleypari.

Í kappingini um at skora flest stig, hevur fyrrverandi Mjølnir-leikarin 244 stig á fyrsta-plássi og Deprece Washington, sum spælir fyri Lyngby, hevur 234 stig. Amanda Joanne Brown, eisini frá Lyngby, hevur 231 stig.

Í kappingini um at gerast besti áleypari hevur Sofía Purkhús 208 stig á fyrsta plássi. Her er munurin til tær næstu størri, tí Trine Noer Kjelstrup, Brøndby, hevur 186 stig á øðrum plássi og Deprece Washington, Lyngby, hevur 185 stig.

Tað vil í grundini siga, at sum støðan er í løtuni, er besti áleyparin í donsku kvinnukappingini og tann leikarin, sum hevur vunnið flest stig, føroyingur. Í beinleiðis frásøgn í flogbóltsdysti í gjár segði frásøgumaðurin, at tað var spell at Sofía hevði leikt fyri Føroyar, tí annars hevði hon uttan iva verið eitt evni til danska landsliðið.

Heimasíðan hjá Amager VK hevur gjørt eitt stutt prát við Sofíu Purkhús. Tað kann síggjast við at fylgja hesi leinkjuni:

https://www.facebook.com/danskvolley/videos/1173803529304445/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder