Ítróttur

Flogbóltur: Sofía og hinar bronsudyst í kvøld

...

2016-04-12 14:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sofía Purkhús, Ársins flogbóltsleikari í Danmark, Elisabeth Purkhús, Eina Kalsø og Jastrid Jacobsen kunnu í kvøld tryggja sær bronsumerkini í donsku landskappingini, tá liðið hjá teimum Amager VK, skal spæla seinastu bronsufinaluna ímóti Lyngby.

Amager vann fyrra dystin 3-2. Stendur á jøvnum eftir næsta dystin í kvøld, so verður leikt eitt Gylt sett upp í 25.

Seinast í komandi viku koma føroyingarnir heim at venja við føroysku landsliðsleikarunum, sum liður í fyrireikingunum til VM/EM undankappingina, sum verður í Havn í døgunum 22. til 26. mai. í ár.

Dysturin verður stroymaður beinleiðis kl. 18,00 í kvøld her:

http://zibrasport.dk/volleyball#top

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder