Ítróttur

Flogbóltur: So skrivaðu menninir eisini søgu: Sigur á Norðurírlandi 3-1

...

2016-04-03 13:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So skrivaðu menninir eisini søgu: Sigur á Norðurírlandi 3 ??? 0.

Eins og U 19 kvinnunar í gjár skrivaðu søgu, tá tær vunnur sín fyrsta EM-dyst, so skrivaðu U 20 menninir í dag søgu, tá teir vunnu sín fyrsta sigur í EM-høpi.

Aftaná fyrsta tapið ímóti Norðurírlandi, vóru okkara menn í dag sera uppsettir uppá at vinna dystin um 5. plássið.

Tað sást beinanvegin aftur í dystinum, har vit løgdu vit okkum á odda frá byrjan. Tað sum sermerkti dystin var, at menn kempaðu eftir hvørjum bólti, og fóru ongantíð niður við høvdinum, í mun til fyrra dystin ímóti Norðurírlandi í innleiðandi umfarinum.

Vit vunnu fyrsta settið 25-22, men í øðrum setti gjørdu vit nakrar feilir í byrjanini, sum gjørdi, at vit komu afturum við 5 stigum. Vit komu væl aftur, og komu uppá 17-17 - men so steðgaði alt upp og norðurírar vunnu settið 25-20.

Í triðja setti vórðu nakrar broytingar gjørdar á føroyska liðnum, og hetta sá út til at vera ein góð avgerð. Settið var tætt, men okkara vístu styrki og góðan hugburð í avgerðandi løtum og vunnu settið 25-22.

Fjórða settið var sera tætt allan vegin upp til 20-20. Tað sum gjørdi, at vit vunnu settið og dystin varð, at okkara menn vunnu bóltin aftur beinanveg, og hildu høvdið kalt tá á stóð.

Vit eru sum vera man, sera væl nøgd við sigurin og lagið er gott her niðri á Kypros í 28 hitastigum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder