Ítróttur

Flogbóltur: SÍ vann fyrstu finaluna

...

2016-03-24 22:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað gjørdist SÍ, menn, sum vunnu fyrstu finaluna í Høllini á Hálsi í dag. Dysturin endaði 3 ??? 1 SÍ, eftir at Fleyr var komið best frá byrjan, tá teir vunnu fyrsta settið 25 ??? 18.

Men so støðgaði upp hjá Fleyr og SÍ tók yvir við góðum spælið. Sørvingar vunnu tey næstu 3 settini við settmuninum 25 ??? 14, 25 ??? 22 og 25 ??? 19.

Kravið til Fleyr er nú at teir vinna dystin leygardagin, um steypið ikki skal fara vestureftir. Men við spælinum sum SÍ vísti í teimum trimum seinastu settunum, so teknar alt fyri at FM heitið fer til Sørvágs, tað skrivar FBF.

Fleiri myndir eru á portal.fo HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder