Ítróttur

Flogbóltur: SÍ hevur vunnið 1. deild hjá monnum

...

2015-03-01 00:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í 1. deild hjá monnum (næstbesta deildin) í flogbólti vann SÍ greitt á Fleyr í dag, úrslitið gjørdist 3-0, settúrslitini 25-16, 25-18 og 25-22. Hóast eitt umfar er eftir at leika, so er longu greitt, at SÍ er vinnari í 1. deild, annað árið á rað. Á liðnum eru ungir raskir, sterkir og kvikir og eisini eldri meira royndir leikarar. Í aldri eru teir frá 15 til 47 ár.

Vit á JN.fo ynskja sørvingunum hjartaliga tillukku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder