Ítróttur

Flogbóltur: SÍ er í finaluni

...

2017-04-08 18:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogbóltur: SÍ er í finaluni!

SÍ ??? ÍF 3-1 (18-25, 25-15, 25-19, 25-22)

Mest avgerandi dysturin í Meistaradeidini hjá monnum hetta kappingarárið var á skránni í Sørvági í dag millum SÍ og ÍF. Áðrenn dystin var greitt, at vinnarin tryggjaði sær pláss í FM-finaluni ímóti Fleyr.

ÍF nógv betri byrjan

Liðini fylgdust upp til 10 i fyrsta setti, men so vann ÍF seg nakað framum og helt ein mun niður til SÍ. Blokkurin hjá ÍF stóð væl, umframt at álopsspælið var sterkt. SÍ-leikararnir tóktust nakað ráðaleysir og sama kann verða sagt um áskoðararnar. ÍF vann settið trygt, tá ið av tornaði.

SÍ vaknar

Tað sást beinan vegin í 2. setti, at tað var eitt annað SÍ-lið, sum kom á vøllin. Alt var betri enn í 1. setti. Servutrýst, avgjørd álop og gott verjuspæl. ÍF kom undir trýst og Boban Ilic, leikandi venjari í ÍF kendi, seg noyddan at taka time-out við støðurnar 5-8 og 9-14, men har var einki at gera, og settið varð tapt 15-25.

Gongdin var júst tann sama í 3. setti. SÍ helt seg nøkur stig frammanfyri og hevði nú líkasum tikið stýringina av dystinum. Serliga eyðsýndir vóru beiggjarnir Teitur og Nils Erik Anderson, sum ferð eftir ferð avgjørdu við hørðum smasjum og SÍ vann settið 25-19.

Spennandi 4. sett

Nú lá alt til SÍ, sum helt á við sterkum spæli. ÍF reisti seg so mikið, at munurin langt út í settið var lítil, men tó við ÍF frammanfyri. Mitt í settinum verður javnleikur, men tá er tað at liðskiparin hjá SÍ, Nils Erik Anderson rættiliga vísir, hvussu góður hann er. Tað er eingin ivi um, at hann er krút sterkur, og tað fekk ÍF at føla nakrar heit avgerandi bóltar, sum gjørdu, at SÍ vann seg framum 18-16 og ÍF tók time-out. Tað steðgaði tó ikki SÍ, sum vann seg longur fram til støðuna 22-19 og seinni 24-20. ÍF legði eitt seinasta trýst á, men so sigandi fyri dystin slapp Nils Erik at avgera seinasta bóltin og vann liði sínum pláss í FM-finalunum ímóti Fleyr. Hóast tapið í dag vinnur ÍF bronsuna kappingarárið 2017/18.

Finalurnar verða leiktar í høllini á Hálsi hósdagin 13. apríl kl. 14.00 og leygardagin 15. apríl kl. 15.30. Vinna liðini hvør sín dyst, skal gylta settið leikast. Hetta settið er upp í 15 og avgera FM.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder