JN

Flogbóltur, seinastu 4: KÍ høllin undir broytingum

...

2018-02-09 12:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í løtuni verður arbeitt við at fáa KI-høllina klára til hálvfinalurnar í flogbólti, sum verða í Klaksvík í morgin.

Byrjað verður klokkan 13,00 og hildið verður áfram til umleið klokkan 21,00.

Hetta er fystu ferð, at hálvfinalurnar verða leiktar í KÍ-høllini, tí undanfarin ár eru hesar leiktar í Høllini á Hálsi, men við tað at henda er undir umvælingum, verður í ár spælt í Klaksvík.

Dystinir eru hesir:

13,00 Fleyr ??? TB (kvinnur)

15,00 Dráttur ??? Mjølnir (kvinnur)

17,00 ÍF ??? Mjølnir (menn)

19,00 SÍ b ??? SÍ a (menn)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder