Ítróttur

Flogbóltur, menn: Russland Evropameistari

...

2017-09-05 12:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Russland gjørdist sunnukvøldið Evropameistari í flogbólti fyri menn, tá teir í einum sera tøttum og spennandi dysti vunnu 3-2 á Týsklandi.

5. og seinasta settið endaði 15-13 eftir ein sera spennandi og væl leiktan dyst. Hini settini endaðu25-19, 20-25, 25-22, 17-25.

Fram til finaluna hevði Rusland einki sett tapt, og roknað varð tí við, at Russland fór at vinna ein lættan dyst ímóti Týsklandi ??? men hetta gjørdist ikki veruleiki.

Eitt vælleikandi týskt lið við Grozer á odda vildi tað annaðleiðis, og liðið fekk sítt besta úrslit í Evropeisku flogbóltssøguni.

Nr. 3 í kappingini gjørdist Serbia, sum vann á 3-2 á Belgia (25-17, 22-25, 19-25, 25-22, 15-12).

Niðanfyri er leinkja til sigurin í seinasta bóltinum í 2. setti, sum Týskland vann:

https://youtu.be/aQ4vQZommX0

Her er stuttur samandráttur av dystinum:

https://youtu.be/p2mqgeEm_0s

Stjørnuliðið, sum varð kosið eftir kappingina er hetta:

Besti leikari.Maxim Mikhailov, Russland

Hevari: Sergey Grankin, Russland

Diagonalur: Guørgy Grozer, Týskaland

Kantur: Denys Viktoravic Kaliberda, Týskland

Kantur: Dmitri Volkov,Russland

Miðblokkur: Srecko Lisinac, Serbia

Miðblokkur: Marcus Bøhme

Libero: Lowie Stuer, Belgia

Endaliga støðan:


1. Russland
2. Týskland
3. Serbia
4. Belgia
5. Itali
6. Bulgaria
7. Kjekkia
8. Slovenina
9. Frankaríki
10. Polen
11. Turkaland
12. Finnland
13. Estonia
14. Holland
15. Slovakia

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder