Komandi vikuskiftið skulu føroysku manslandsliðsleikararnir spæla vinarlandsdystir í móti Íslandi.
Hesir dystir verða spældir í høllini í
Kollafirði leygardagin 23. mai 2015 kl. 15.00 og sunnudagin 24. mai 2015 kl.
15.00.
Eik er høvuðsstuðul hjá Flogbóltssamband Føroya.
Teir, sum manna føroyska manslandsliðið í ár,
eru:
??r Fleyr
Rasmus Mortensen Potts???
Bergur Rask Olsen???
Rói Hentze???
Suni Juul Pedersen???
??r Mjølnir???
Stefan Rosenlund Olsen???
??r ÍF
Bárður Jacobsen
Trygvi Hansen???
Brian Kærsgård Poulsen
??r BK Tromsø
Bjarni Larsen???
??r HIK Aalborg
Thorvald Danielsen???
??r Amager VK
Bjarki Enni???
Bogi Midjord
Høvuðsvenjari er Bárður Bendix Mikkelsen og
hjálparvenjari er Ragnar í Haraldstovu.
Fysioterapeutur er Morten Månsson og liðleiðari
er Jan Hentze.
Hesir vinarlandsdystir eru ein liður í
fyrireikingunum til smálandakappingina í Luxembourg, sum verður í døgunum 19. -
21. juni 2015 og til oyggjaleikirnar á Jersey, sum verða í døgunum 27. juni -
3. juli 2015.
Ferðin hjá manslandsliðnum byrjar longu 18. juni
og endar 4. juli 2015, tá allir oyggjaleikaluttakararnir koma aftur beinleiðis
av Jersey við Atlantic Airways.
Flogbóltssamband Føroya vónar at síggja nógv
viðhaldsfólk í høllini at stuðla okkara landsliðsleikarunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald