Flogbóltssamband Føroya hevur endursett Bárð B. Mikkelsen sum landsliðsvenjara.
Føroyska manslandsliðið skal í døgunum 12. ??? 16. Mai spæla við í kappingini um Evropeiska Meistaraheitið. Kappingin verður í Luxembourg og liðini í bólkinum eru umframt Føroyar: Luxembourg og Norður Írland.
Føroyar spældu í juni mánaða 2015 ímóti Luxembourg og taptu 3-0, men móti Írlandi hevur Føroyska liðið havt góð úrslit, so møguleikar skuldu verið at fingið eitt gott úrslit, soleiðis at liðið kann spæla set til endaumfarið, sum verður í 2017.
Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sigur, ???at tað er ein fongur fyri føroyskan flogbólt, at Bárður B. Mikkelsen enn einaferð vildi átaka sær uppgávuna sum føroyskur landsliðsvenjari, tí liðið hevur ment seg nógv undir hansara leiðslu. Serliga eru tað royndirnar hjá Bárði í Danmark, sum hevur givið liðnum íblástur.
Eisini er tað kærkomið, at Ragnar í Haraldsstovu heldur áfram tí starvinum sum hjálparvenjari, tí samstavið millum hesar hevur verið sera gott.???
Brúkar sínar altjóða royndir
Barður B. Mikkelsen hevur hesa viðmerking í sambandi við setanina: ???Eg eri fegin um, at Flogbóltssambandið hevur valt meg at arbeiða víðari við manslandsliðnum saman við Ragnari.
2014-2015 hava verið tvey góð ár við sjónligari framgongd á liðnum, har leikararnir og vit hava funnið eitt felags áralag í menningini av føroyska manslandsliðnum.
Vit fingu góð úrslit við silvuri á Oyggjaleikunum 2015, og vóru við í endaumfarinum í kappingini um EM fyri smátjóðir (Final4).
Eg royni at nýta mínar royndir frá einum hægri støði í útlondunum - bæði sum leikari og venjari - til at eggja føroysku leikararnar at venja málrættað og nógv - fyri á tann hátt at gerast betri flogbóltsleikarar, og harvið sum lið, at taka ímóti størri avbjóðingum.???
Bruttohópur úttikin
Seinni í hesu vikuni verður ein bruttohópur úttikin.
Fyri at koma víðari til endaumfarið, sum verður í Íslandi í 2017, krevst at liðið í minsta lagið endar sum nr. 2 í bólkinum í kappingini í Luxembourg í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald