Ítróttur

Flogbóltur: Manslandsliðið koyrir á

...

2017-05-10 20:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í summar. Um vikuskiftið vandu teir í Hoyvíkshøllini. Í hesum sambandi vóru allir útisetarnir heima til venjing, og BárðurB. Mikkelsen, venjari, letur væl at gongdini.

Nógvar venjingar eru fyri framman, og liðið hevur millum 4 ??? 5 venjingar saman um vikuna.

Tó eru ikki útisetarnir við allar venjingarnar, tí hetta megnar Flogbóltssambandið ikki fíggjarligar við tí stuðli, sum sambandi fær. Flogbóltssambandið hevur lagt áherðslu á, at tann stuðul sum verður veittur, skal tæna so nógvum sum møguligt, og tí er valið, at fyrireikingarnar kanska ikki altíð eru so góðar sum ynskt, men heldur, at fáa so nógv ungdómslandslið í gongd sum gjørligt.

Tí hevur FBF heili 6 landslið í gongd á hvørjum árið ??? gentir og dreingir 17, gentir og dreingir 19, umframt at Flogbóltssambandið er í ferð við at byrja við gentum og dreingjum 15 eisini.

Hetta viðførur, at so at siga hvør króna fer í beinleiðis aktivitet.

U 17 landsliðini skulu í altjóða kapping í Ikast í Danmark í oktober, meðan U 19 landsliðini skulu í kapping í Kettering í Onglandi um somu tíð. Luttakandi londini til hesar kappingar eru umframt Føroyar, Ongland, Danmark, Svøríki, Ísland, Finland og Noreg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder