JN

Flogbóltur: Manslandsliðið í eldin í morgin

...

2016-05-12 15:55 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska manslandsliði í flogbólti er í dag farið til Luksemborg, har tað skal spæla við í undankappingini til HM/EM.

Fyrsti dysturin verður í morgin kl. 18,00 føroyska tíð, tá byrjað verður ímóti Norðurírlandi.

Tað eru bert trý lið í bólkinum, og tá tvey av liðunum koma víðari til endaumfarið í bæði HM og EM, er tað av stórum týdningi, at liðið í morgin fær ein sigur í hús.

Í 2014 spældu Føroyar ímóti Norðurírlandi, og tá vann føroyska liðið 3-2, har 5. og seinasta settið endaði 15-13 til Føroyar.

Leygardagin hevur føroyska liðið hvílidag, og skal so aftur í eldin sunnudagin kl. 16,00 føroyska tíð. Tá er mótstøðuliðið Luksemborg.

Meira fæst at vita um kappingina á http://cev.lu/Competition-Area/competition.aspx?ID=927&PID=1475

Á føroyska liðnum eru:

1 Rasmus Mortensen Potts, diagonalur, Fleyr
2 Steffan Rosenlund Olsen, kantur, Mjølnir
3 Rúni Weihe, libero, ÍF
5 Oskar í Haraldstovu Weihe, diagonal, SÍ
6 Thorvald Danielsen, hevari, Rander Novo
7 Niels Niclasen, hevari, Fleyr
8 Uni Jacobsen, kantur, Fleyr
9 Dávið Hentze, libero, Fleyr
10 Trygvi Hansen, kantur, Ternan
11 Suni Juul Pedersen, miðja, SÍ
12 Jóhan Arne Eliasson Wang, miðja, Fleyr
13 Kasper Lorenzen, miðja, SÍ
14 Bjarki Enni, kantur, Amager VK

Jón Joensen, SÍ, skuldi eisini havt verið við liðnum, men hann fekk skaða, og gjørdist ikki tøkur til kappingina.

Venjari: Bárður Bendix Mikkelsen

Hjálparvenjari: Ragnar í Haraldsstovu Petersen

Liðleiðari: Jan Hentze

Fysioterapeutur: Kate Kalsø

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder