Tað er nú greitt, at í minsta lagi ein nýggjur finalistur skal finnast í steypakappingini hjá kvinnum í morgin. Og vit fáa í øllum førum ein nýggjan steypavinnara.
Dráttur vann steypafinaluna á TB í fjør, men tá innleiðandi bólkaspælið hjá kvinnum var liðugt í ár, hevði Dráttur ikki megnað at spæla seg víðari úr bólki 1. SÍ vann nevniliga avgerandi dystin um 2. plássið i hesum bólkinum móti júst Drátti, og er tí eitt av liðunum í hálvfinaluni. KÍF vann bólk 1 og er tí eisini í hálvfinaluni.
TB og Fleyr A koma úr bólki 2 sum TB vann.
Hálvfinalurnar hjá kvinnum vera settar saman soleiðis, at vinnarin í einum bólki spælir móti nummar tvey í hinum bólkinum, og tí koma kvinnudystirnir at síggja soleiðis út:
TB og SÍ hittast í fyrsta dystinum, sum verður spældur klokkan 13 í morgin í høllini á Hálsi. Seinni dysturin verður millum KÍF og Fleyr klokkan 19, eisini í høllini á Hálsi.
Hyggja vit at innanhýsis úrslitunum millum liðini, so eru SÍ og Fleyr smáir favorittar. SÍ hevur vunnið báðar dystirnar móti TB í ár, og er trý stig frammanfyri mótstøðuliðið í landskappingini, og tann støðan er eisini galdandi í dystinum millum Fleyr og KÍF. Men TB og KÍF hava klárað seg best í steypakappingini, og tí er alt púra opið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald