Ítróttur

Flogbóltur: KÍF-kvinnurnar vunnu FK-Cup

...

2016-09-24 20:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 KÍF skrivar: 

Okkara kvinnur nummar 1!
FK-Cup hevur verið í dag, og gjørdu okkara flogbóltsvinnur ikki mætari enn at vinna kappingina :) ??ll liðini úr deildini vóru við, so tað gav góðar ábendingar um hvussu kappingarárið fer at ganga. Finalan var móti Fleyr, og síðsta sett stóð 24-21 til okkara, eftir at fyrsta settið var vunnið sera greitt. Flestu minnast nokk tá okkara kvinnur taptu júst við støðuna 24-21 móti Fleyr í hálvfinaluni í steypakappingini, so tað lá djúpt í teimum at fáa hevnd frá seinast. Og púra kaldar vinna vit sannførandi síðsta bóltin til støðuna 25-21, og gleðin var stór! :) (til kappingar verður bert spælt best av trimum settum). Vit gleða okkum til kappingarárið fyri framman!
 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder