Ítróttur

Flogbóltur: KÍF vann 3-0 á SÍ

....

2015-12-14 04:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í Eikliguni hjá kvinnum var ein dystur í dag leiktur í Kollafirði millum KÍF og SÍ - KÍF vann dystir 3-0, settini gjørdust sera jøvn 25-23, 25-20 og 25-23.

Dráttur vann 3-0 á Fleyr b, har hava vit ikki settúrslitini.

Flogbóltur, steypakappingin: KÍF í hálvfinaluni

Gleðin var stór í høllini í Kollafirði, tá KÍF, kvinnur, tryggjaðu sær eitt pláss í hálvfinalunum í steypakappingini í flogbólti, sum verða 2. Januar í Høllini á Hálsi.

SÍ var á vitjan í Kollafirði, og hóast KÍF vann dystin 3-0, so vóru settini sera jøvn.

Fyrsta settið fylgdust liðini upp á 16-16, tá KÍF við góðum spæli kom 4 stig fram um, og gjørdist hetta ov tung hjá SÍ at innheinta aftur, tó so, at liðið kom upp á javnleik aftur, men so fekk KÍF aftur 4 stig á rað, og settið endaði 25-23.

Annað settið var KÍF frammanfyri alla tíðina við 2 til 4 stig, og gjørdist endaliga úrslitið 25 ??? 20.

Triðja settið byrjaði SÍ best, og kom á odda 8 ??? 3, men so steðgaði eitt sindur upp aftur, og liðini fylgdust heilt upp á 22- 22, tá KÍF endaliga vísti, hvat betra liðið var í dag. Settið varð vunnið 25 ??? 23 og harvið dysturin 3-0.

Við hesum hevur KÍF tryggjað sær eitt pláss í halvfinaluni í steypakappingini.

Næsta sunnudag skal SÍ spæla ímóti Drátti á Giljanesi, og vinnarin av hesum dystinum fylgir KÍF í hálvfinaluna.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder