Ítróttur

Flogbóltur: Jóhan Petur á Stongum landsliðvenjari

...

2016-01-20 17:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað verður royndi sørvingurin Jóhan Petur á Stongum, sum verður høvuðsvenjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum til HM/EM kappingina í Tórshavn í mai.

Hjálparvenjari verður eisini ein annar kendur persónur í føroyskum flogbólti, Kristian Mikkelsen. Hann hevur m.a. verið venjari í Aalborg Volley í donsku elitudeildini hjá monnum, og er í dag venjari hjá mansliðnum hjá Fleyr.

Jóhan Petur er kendur sum ein tann besti libero leikari, sum Føroyar hava havt, og hevur hann leikt við SÍ, eins og hann hevur leikt við Aalborg Volley, meðan hann var í útbúgvingarørindum í Danmark.

Jóhan Petur á Stongum er í dag venjari hjá SÍ kvinnunum, sum t.d. hava leikt seg í føroysku steypafinaluna.

Hann er sera spentur til uppgávuna, og sigur í stuttari samrøðu, ???at Føroyar kunnu koma at hava eitt sera gott lið, um allir leikarar verða tøkir, íroknað teir sum dagliga leika í fremstu deildini í Danmark???.

Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, er fegin um at tað er eydnast at fáa Jóhan Petur og Kristian sum venjarar til kvinnulandsliðið. ???Teir hava fyrr verið venjarar hjá kvinnulandsliðnum, og tá eydnaðist teimum at vinna gull á Oyggjaleikunum. Hetta var í 2009. Tá var Kristian høvuðsvenjari og Jóhan Petur hjálparvenjari.???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder