Sørvágs Ítróttarfelag á Facebook:
Hóast SÍ-flogbóltur hevur ligið og liggur á ovastu hill í føroyskum mans-flogbólti, hava altíð verið trupulleikar við uppmøting til venjingar og at manna liðið.
Nevndin hevur alla tíðina roynt at lagað seg eftir tíð og tørvi hjá leikarunum. Í ár eru venjingartíðirnar settur úr fýra niður í tvær um vikuna. Afturat hesum skiftu vit venjara undan jólum.
Tá vóru treytir settar, við serligum atliti til at tað skuldi ikki drekkast kvøldið fyri ein dyst.
Samanlagt bøtti hettar um. Uppmøtingin til venjingarnar var sera góð, upp í sekstan mans møttu, og avtalur vóru hildnar.
Og so vunnu vit steypafinaluna.
Eftir steypafinaluna møtti so fáir til venjing at ongin gevandi venjing hevur verið síðan. Afturat hesum hevði, sum skilst, meginparturin av leikarahópinum drukkið undan seinasta dysti, sum so resulteraði í at venjarin stakk í sekkin.
Nú tveir dystir skuldu leikast í síðstu viku, var ongin hópur og eingin venjari. Vit fáa ikki gjørt annað enn at melda frá til dystirnar.
Tað vil siga at nevndin er sett skákmát, valið er antin at stinga í sekkin, ella leggja upp til eina nýggja byrjan. Vit velja tað seinna.
Sum sagt hava trupulleikar av hesum slag verið øll hesi 15-20 árini SÍ hevur havt lið í bestu mansdeildini í flogbólti. Hesaferð er antin eller og vit eru fullgreið yvir at hettar kann verða endabresturin hjá SÍ- mansflogbólti.
Helst flestum kunnugt hava vit í unglingadeildini hjá dreingjum havt trupulleikar við at drukkið verður undir og tá ferðast verður heim frá kappingum. Standurin til unglinga steypafinaluna seinast var undir alt lágmark, - skomm!
Við í unglinga hópinum eru smádreingir sum læra av teimum eldru! Og skrúvan fær ongan enda.
Fyri at steðga hesi gongdini, og fyri at markera eina komandi broyting, nú vit kortini eru tvungin út í at byrja av nýggjum, valdu vit at takad unglingaliðið úr FM-kappingini í ár.
Í komandi viku byrja semifinalurnar hjá monnum. Vit royna at manna liðið við fólki sum skilja at verandi gongd kann ikki halda fram, men at broytingar skulu til.
Annars verður aðalfundur fyrst í apríl, tá leistur kann leggjast til nýggjan leik.
Við ítróttarkvøðu
Jákup á Stongum, form.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald