Danmark ??? Føroyar: 3-2 (25-23, 21-25, 25-22, 24-26 og 15-12)
Høvdu Danmark á knøunum
Føroyska kvinnulandsliðið, sum í hesum døgum er á venjingarlegu í Danmark, í sambandi við HM/EM kappingina, sum verður í Tórshavn 23. - 25. Mai 2016, spældi í dag landsdyst ímóti Danska flogbóltslandsliðnum.
Og ikki kann sigast annað, enn at føroyska liðið gjørdi ein sannuligan vørr í Keypmannahavn í dag. Sum tað sært á settúrslitunum, so vóru settini ógvuliga jøvn, og í seinasta og 5. Settinum, vóru tað bert smáir marginalar sum avgjørdu dystin.
Tá liðini skiftu síðu í 5. settinum vóru Føroyar á odda 8 ??? 5, men kláraðu ikki at standa ímóti stóra servitrýstinum í seinasta partinum av settinum. Hetta viðførdi at føroyska liðið tapti 15 ??? 12.
Stoltur landsliðsvenjari
Føroyski venjarin Jóhan Petur á Stongum hevur næstan bert rósandi orð til leikararnar. Hann sigur m.a. ???at sæð í ljósinum av, at hetta var fyrsti dystur, sum liðið spælir saman, so er úrslitið í dag eitt super úrslit ??? tað besta nakrantíð hjá einum føroyskum flogbóltslandsliðið. Vit hava super servutrýst, fantastiskan blokk og fantastiskt verjuspæl. Vit megna ikki at standa ímóti servunum hjá DK, tær hava 18 servuess. Hetta vistu vit ádrenn, tí at Svøríki hevdi somu trupuleikar í gjár, tá Danmark var á vitjan í Svøríki???.
Anja vísti stórspæl
Víðari sigur hann, at ???álopið hjá okkum er ógvuliga fornuftugt - vit vistu at Danmark fekk nógv upp aftur, men vit megna at halda høvdið kalt og bíða til rætta stødan kemur. Álopið hjá okkum var imponerandi, og til seinast má eg nevna Anju S. Danielsen, sum spælir sín lívs dyst - hon vinnur 18 bóltar í smash, og tad er imponerandi.???
Liðið kemur aftur til Føroyar í morgin, og Jóhan Petur á Stongum sigur, at fram til kappingina sum verður í Tórshavn 23. ??? 25. mai, verður serliga arbeitt við at betra um móttøkurnar.
Liðini sum føroyska landsliðið skal spæla ímóti eru Kýpros, Liktinstein og Írland. Kappingin er ein kombinerað EM/HM kapping. Nr. 1 í bólkinum kemur beinleiðis víðari í HM kappingini, meðan nr. 1 og 2 koma víðari í EM kappingini.
Spælararnir á liðnum í dag vóru:
Amager VK:
Sofía Purkhús
Elisabeth Purkhús
Eina Kalsø
Birgit Guttesen
Randers NOVO/Ikast:
Urd T. Traðará
Eyð G. Magnussen
Fleyr:
Anja S. Danielsen
Súsanna Ludvig
Anna Sára L. Skaalum
Dráttur:
Ruth Albinsdóttir
KÍF:
Guðrun Joensen
Sóley M. Poulsen
Hanna A. Olsen
TB:
Femja F. Mortensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald