Sjálvt um tað ikki er nakar ivi um, at heiðurin at vinna meistaraheitið er tann størsta árliga hendingin í einari ítróttargrein, so hevur steypakappingin í flogbólti seinastu nógvu árini fingið meira pláss í miðlunum enn landskappingin.
Millum annað av teirri orsøk er einki at siga til, at liðini spenna seg út fyri at røkka steypafinaluni, tí umframt miðlarnar venda eisini áskoðarar og aðrir stuðlar eygunum móti finalunum, tá tær vera leiktar í seinnu helvt av februar mánaði.
Soleiðis verður ivaleyst eisini, tá steypafinalurnar vera í ár, men longu í dag fáa vit ein forsmakk uppá, hvussu leikur fer í næsta mánað, tí í dag skulu finalistarnir finnast.
Tað hendir við fýra hálvfinalum, har kvinnurnar spæla ta fyrstu og ta síðstu, og menninir dyst nummar tvey og trý.
Skráin fyri hálvfinalurnar er henda:
Klokkan 13 spæla kvinnuliðini hjá TB og SÍ, klokkan 15 spæla mansliðini hjá SÍ og Fleyr, klokkan 17 spæla mansliðini hjá ÍF og Ternuni og klokkan 19 spæla kvinnuliðini hjá KÍF og Fleyr.
Dystirnir vera leiktir í høllini á Hálsi, sum er riggað til júst sum hon plagar, tá steypafinalurnar eru. Tað vil siga, at leikararnir sum koma í finaluna eftir dystirnar í dag hava fingið royndir at spæla á serliga taraflexgólvinum, sum eisini verður brúkt, tá steypafinalan verður tann 20. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald