Um vikuskiftið verða FM-finalurnar hjá teimum yngru deildunum leiktar í Høllini í Trongisvági. Íalt verður kappast í 8 finalum og verða 5 ymisk feløg umboðað.
Heimaliðið TB-flogbóltur verður umboðað í D 14 og G 16, sum spæla ávikavist kl. 18,00 og 20,00 leygarkvøldið ??? annars er skráin henda:
|
|
|
|
Leygardagur 11. mars 2017: |
| ||
10,00 | D 16 | SÍ | Fleyr |
12,00 | KVU | ÍF | Si |
14,00 | MU | SÍ | Fleyr |
16,00 | G 14 | SÍ | Fleyr |
18,00 | D 14 | SÍ | TB |
20,00 | G 16 | TB | SÍ |
|
| ||
|
| ||
Sunnudagur 12. mars 2017: |
| ||
14,00 | G 12 | SÍ a | KÍF |
15,30 | D 12 | Fleyr | SÍ |
|
|
|
|
Eins og undanfarin ár verður gjørt nógv burtur út tiltakinum, og í dag verður Taraflax-gólvið breitt út í høllini, soleiðis at henda dagin verður tað bert flogbóltsvøllurin, sum verður umboðaður í høllini.
Varðin Pelagic er høvuðsstuðul í sambandi við finalutiltakið, sum verður gjøgnumført við stórari hjálp frá TB-flogbólti.
Seks dystir verða leygardagin og tey yngstu g 12 og D 12 spæla sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald