2017-03-11 17:15
Tað gjørdist ein spennandi finala í kappingini hjá mansunglingum. Fleyr vann steypafinaluna fyri 14 døgum síðani 3-2, men hetta vildi SÍ annaðleiðis í dag, tá teir vunnu 3-1 í einum væleiktum dysti. SÍ vann dystin 3-1 við settmuninum 25-19, 22-25, 25-20 og 25-23.
Í seinasta settinum leikaði hart á hjá SÍ, men teir megnaðu at standa ímóti trýstinum, og vunnu 25-23 og harvið FM-heitið 2017.
Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Julian Vest Niclassen og hjá Fleyr var John Arne Elisson Wang.
Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Andras Djurhuus frá Tryggingarfelagnum Føroyum.
Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til Fleyr við silvurheiðursmerkjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald