Ítróttur

Flogbóltur FM: SÍ Føroyameistari í kvinnuunglingum

...

2017-03-11 17:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað gjørdist ein greiður FM-sigur til SÍ á ÍF í finaluni hjá kvinnuunglingum, hóast at tað var eitt sera spennandi fyrsta sett. Sí vann dystin 3-0 við settmuninum 27-25, 25-18, 25-8.

Í fyrsta setti var ÍF á odda 25-24, men so steðgaði upp, og SÍ megnaði at vinna setti 27-25. ÍF kom ikki rættuliga fyri seg eftir hetta, og serliga var tað servitrýstið hjá SÍ, sum gjørdi munin. Og serliga í 3. setti vísti SÍ sína styrki, við at vinna 25-8.

Bestu leikarar í dystinum fingu gávu frá Varðin Pelagic og Sportigan. Besti leikari hjá SÍ var Sissal Ellefsdóttir og hjá ÍF Eyðgerð Hansen.

Steyp og heiðursmerki vórðu handa av Boga Johannsen frá Varðin Pelagic.

Hjartaliga tillukku til SÍ við gullheiðursmerkjunum og til ÍF við silvurheiðursmerkjunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder